God jul!
"Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal. Henda fyrsta innskrivingin var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi. Tá fóru øll at lata seg skriva, hvør til sín egna bý. Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem - tí hann var av húsi og ætt Dávids - at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn. Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga. Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum."
(Juleevangeliet - frå den færøyske bibelomsetjinga)